zeno
Create a Station
Explore
Religious
Music
News
Podcasts
Bible
By Genre
By Location
By Language
Download App
Toggle Sidebar
zeno
Kringvarp Føroya
Leitisstein
News
Faroese
Tveir tímar við spikahamrandi feitum tónleiki fríggjadagar klokkan 13, og so verður sendingin endursend týskvøld klokkan 21.
Website
Episodes
50
20 March 2026
LEITISSTEIN 20.03.2026
Sendingin er rættiliga Americana, men hóast tað, so er tað spikahamrandi feitur tónleikur á skránni.
1 h 59 min
13 March 2026
LEITISSTEIN 13.03.2026
Nógvur spikahamrandi feitur tónleikur, ið er valfríur, tað vil siga, at hann er óheftur av løgtings- og fólkatingsvalunum. Njótið tónleikin.
1 h 59 min
06 March 2026
LEITISSTEIN 06.03.2026 (Kalas)
2025 var eitt stórt ár fyri unga fólkatónleikarabólkin Kalas. Tær fýra ungu kvinnurnar í bólkinum, Bjørt, Døgg, Kristianna og Sigrið, útgóvu debutútgávuna "Minnisgripir", og tær hava spælt á Summarfestivalinum, Tórsfest, til handanina av Mentanarheiðurslønunum og mangt annað. Alt endaði við FMA-tilnevningum í bólkinum "Ársins serútgáva" og "Ársins spíri". Tær fýra eru gestir í LEITISSTEIN.
1 h 59 min
20 February 2026
LEITISSTEIN 20.02.2026
LEITISSTEIN koyrir tað heim solo, men borðreiður við nógv nýggjum og spikahamrandi feitum tónleiki.
1 h 58 min
13 February 2026
LEITISSTEIN 013.02.2026 (Tunghoyrt)
Tað endaði við einari ommukapping á sms-skipanini, tá liminir í Tunghoyrt vóru í útvarpsstovuni og løgdu debutplátuna "ÓJÓ" fram á blik. Jóni Strøm, Helge Marius Greve, Bjarni Jakobsen og Erik Reynheim manna Tunghoyrt, og teirra mál er at fáa fleiri ungar føroyingar at spæla rokktónleik.
1 h 58 min
06 February 2026
LEITISSTEIN 06.02.2026 (HOYDALAR)
Anna Lovisa, Bjarki, Emma, Filip, Jóhanna og Sophilia eru gestur í sendingini í sambandi við, at tey eru spírarnir úr nýggju og spennandi KVF-tónleikarøðini Hoydalar, sum júst er farin av bakkastokki. Í fyrstu sendingini tulkaðu spírarnir sangir hjá Martini Joensen, og tær tulkingarnar verða allar spælar, umframt at vit eisini fáa orðið á stjørnuna í fyrsta parti, Martin Joensen. Bjarta Tjørná,...
1 h 59 min
30 January 2026
LEITISSTEIN 30.01.2026
Nógvur nýggjur og spikahamrandi feitur tónleikur er á skránni í sendingini.
1 h 59 min
23 January 2026
LEITISSTEIN 23.01.2026
Í sendingini verður borðreitt við tónleiki, ið er eins feskur og ein toskur, sum er fiskaður við línu á landleiðini, tí bróðurparturin av sangunum eru útgivnir í 2026. Gleði tykkum til eina sending við nýggjum tónleiki frá Zach Bryan, Arctic Monkeys, Sleaford Mods, Gorillz, Mumford and Sons og øðrum. Njótið tónleikin.
2 h 0 min
16 January 2026
LEITISSTEIN 16.01.2026
Sendingin er á tremur við nýggjum og spikahamrandi feitum tónleiki frá tónlistanøvnum innan sera ymiskar sjangrur, eitt nú Geese, Mavis Staples, Lizzo, Blondshell og so framvegis.
2 h 0 min
09 January 2026
LEITISSTEIN 09.01.2026
2025 var enn eitt spikahamrandi feitt tónleikaár, og tað endurspeglaðist eisini í LEITISSTEIN. Í sendingini taka vit tráðin frá seinastu sending upp og rør aftur á tónleikaárið 2025.
1 h 43 min