Harri, tað er gott, at vit eru her!
19 March 2026

Harri, tað er gott, at vit eru her!

Eitt ljós á gøtu míni

About

Í eina løtu uppi á fjallinum sleppa hesir tríggir lærusveinarnir at vera vitni til dýrdina hjá honum, sum skuldi útstanda so nógv og líða deyðan á krossinum. Teir fáa eina staðfesting av ófatiligu dýrdini hjá konganna kongi, sum kortini skuldi bera eina tornakrúnu og líða so nógv fyri at frelsa menniskju.


 


Prædika


Og seks dagar aftaná tekur Jesus Pætur og Jákup og Jóhannes, bróður hansara, við sær og fer við teimum einsæris niðan á eitt høgt fjall. Og hann umbroyttist fyri eygum teirra, og andlit hansara skein sum sólin, og klæði hansara vórðu hvít sum ljósið. Og sí, Móses og Elia sýndu seg fyri teimum í samtalu við hann. Men Pætur tók til orða og segði við Jesus: «Harri, tað er gott, at vit eru her! Um tú vilt, skal eg her gera tríggjar búðir, tær eina og Mósesi eina og Elia eina.» Meðan hann enn hevði hetta á máli, sí, tá skuggaði eitt bjart skýggj yvir teimum, og sí, ein rødd mælti út úr skýnum: «Hesin er sonur mín, hin elskaði, sum eg havi góðan tokka til. Lýðið á hann!» Og tá ið lærusveinarnir hoyrdu hetta, fullu teir fram eftir rommum og vórðu ógvuliga ræddir. Og Jesus kom fram at teimum og nam við teir og segði: «Reisið tykkum upp og óttist ikki!» Men tá ið teir hugdu upp, sóu teir ongan uttan Jesus einsamallan. Og meðan teir gingu oman av fjallinum, beyð Jesus teimum og segði: «Tit skulu ongum siga frá hesi sjón, fyrr enn menniskjusonurin er risin upp frá deyðum» (Matt 17,1-9).


 


“Andsfyltir dagar eru ofta róligir dagar”, hevur ein sagt. Fyri hesar tríggjar lærusveinarnar tóktist hesin túrurin óiva at vera ein heilt vanligur og róligur túrur niðan á fjallið fyri at hvíla seg og at biðja saman við Jesusi. Lærusveinarnir væntaðu nokk ikki, at tað heilt villa fór at henda har uppi. Men sum sagt eru andsfyltir dagar ofta róligir dagar.


Í januar mánaði er tað siðvenja hjá prestunum at fara til Viðareiðis til kyrrudagar. Har hendir heldur ikki tað heilt villa. Tað eru stillir og róligir dagar, har ið ein hugsavnar seg um Jesus og er í bøn. Men mínar persónligu royndir siga mær kortini, at tað ofta er í kvirru og bøn at Andin sleppur fram at. Kyrrudagarnir eru eisini andsfyltir dagar!


Í sær sjálvum kann ein heilt vanligur gongutúrur úti í náttúruni eisini vera ein andsfyltur túrur, har ið ein merkir Guds nærveru í hansara undurfulla skapanarverki!


Sjálvur havi eg ikki verið vitni til slíkt, sum lærusveinarnir vóru vitni til henda dagin, men kortini eiga vit ikki at forsmáða teir heilt vanligu gongutúrarnar! Og onkuntíð hendir okkurt heilt óvæntað.


Tá eg var smádrongur, fortaldi omma mín, Jensa, mær ofta um eina heilt serliga hending, sum langabbi, Palli, upplivdi, tá ið hann var ein ungur maður. Í Keraldinum nr. 18 frá 2018 kann man eisini lesa um júst hesa somu hending: “Dánjal Pauli Højgaard, betur kendur sum Gamli Palli ... varð umvendur, tá ið hann var 26 ára gamal. Hann hevur ofta sagt frá hesum nakað soleiðis: Ein dagin hann var í ferð við at seta hegn upp, kallaði Gud ógvuliga sterkt á hann. Hann var sorgarbundin, tí hann kendi seg at vera í syndaneyð, men mitt í øllum hoyrdi hann eina rødd siga: “Palli, Jesus doyði á krossinum fyri alla verðins synd, eisini tínar!” Hann tveitti amboðini frá sær og rann heim til konu sína og segði henni, at nú var hann frelstur, tí hann hevði sjálvur hoyrt Jesus siga, at hann var deyður fyri sínar syndir. Hetta broytti hansara lív.”


Hetta eigur eisini at minna okkum á, at vit liva lívið her á fold við einum opnum himli, og at Gud kann brádliga grípa inn í okkara lív á ein undurfullan hátt! Hetta var júst tað, sum hendi, tá Jesus tók Pætur, Jákup og Jóhannes við sær niðan á fjallið!


 


Bjart lýsir sólin,


mildari er mánin,


glógvandi himmalsins stjørnulind;


meir ljómar Jesus,


meir lýsir Jesus


enn himmalsins øll glæstrimynd.


 


Vøkru orðini í sálminum Dýrasti Jesus hóska so væl saman við hesum, sum lærusveinarnir vóru vitni til henda dagin. Hetta hevur eisini verið ein heilt serstøk hending, sum hevur brent seg óloysiliga fast í minnið hjá teimum. Teir vóru eygnavitni bæði til Jesu hátign, og eisini til hansara líðing og deyða. Og Jesu umbroyting á fjallinum skal nevniliga síggjast í ljósinum av Jesu líðing, deyða og uppreisn!


Talan var ikki um nakra mótsøgn millum Jesu hátign og Jesu líðing. Tvørturímóti var Jesu líðing og deyði fullkomiliga í tráð við allar Skriftirnar! Seinni váttar Pætur og sigur: “Tað vóru ikki snildiliga samanpentaðar søgur, sum vit fylgdu, tá ið vit kunngjørdu tykkum várs harra Jesu Krists mátt og komu, men vit høvdu verið eygnavitni til hátign hansara. Tí at hann fekk av Guði faðir heiður og dýrd, tá ið ein tílík rødd kom til hansara frá hini hátignarmiklu dýrd: “Hetta er sonur mín, hin elskaði, sum eg havi tokka til”” (2 Pæt 1,16-17). Talan var als ikki um samanpentaðar søgur. Tvørturímóti var talan um eina uppfylling av lyftunum í Gamla Testamenti! Hetta er eisini tað, sum Jesus undirstrikar í einum øðrum samanhangi: “Tit rannsaka skriftirnar, tí at í teimum halda tit, at tit hava ævigt lív, og tað eru tær, sum vitna um meg” Jóh 5,39). Skriftirnar vitna um Jesus!


Júst hesin sannleikin verður opinberaður fyri lærusveinunum, tá ið bæði Móses og Elia koma til sjóndar og samtala við Jesus hesa heilagu løtu uppi á fjallinum. Hjá Lukasi fáa vit eisini at vita, hvat teir samtalaðu um: “Og sí, tveir menn vóru í talu við hann, og tað vóru Móses og Elia; teir sýndu seg í dýrd og talaðu um burturferð hansara, sum hann skuldi fullføra í Jerúsalem” (Luk 9,30-31).


Samtaluevnið snúði seg sostatt um tað, sum Jesus skuldi fullføra í Jerúsalem og uppi á krossinum, har ið hann jú, áðrenn hann gav upp andan, rópti: “Tað er fullgjørt!” (Jóh 19,30). Jesus kom inn í henda heim fyri at fullføra Guds frelsuætlan við tær og mær! Sostatt kunnu vit eisini siga, at Jesus, Móses og Elia samtalaðu um teg og meg har uppi á fjallinum. Jesu gerningur á krossinum snýr seg jú um teg og meg og okkara frelsu!


Í undanfarna kapitlinum hjá Matteusi lesa vit um Kristusjáttan Pæturs: “Tú ert Kristus, sonur hins livandi Guðs” (Matt 16,16). Og vit lesa eisini, at Jesus frá teirri stund tók “...at sýna lærusveinum sínum, at hann átti at fara til Jerúsalem og útstanda nógv av teimum elstu og høvuðsprestunum og teimum skriftlærdu og at verða sligin í hel og á triðja degi at rísa upp aftur” (Matt 16,21). Hetta fataðu lærusveinarnir als ikki. Pætur tók enntá Jesus til síðis og segði við hann: “Náði teg Guð, Harri! Aldri veri tær hetta fyri!” (Matt 16,22). Pætur og hinir lærusveinarnir fingu ikki Jesu líðing at hanga saman við Jesu hátign. Men júst hetta var boðskapurin til teirra: Jesus fer ígjøgnum líðing og deyða sum tann, ið hann veruliga er: Sonur hins livandi Guds! Ella sum vit lesa í Filippibrævinum: Hann, sum var í Guðs mynd, helt tað ikki fyri rán at vera Guði líkur, “...men avklæddi seg hana, í tí at hann tók á seg tænara mynd og gjørdist monnum líkur; og tá ið hann í framkomu var sum maður, setti hann seg sjálvan lágt, og varð lýðin til deyða, ja, til deyða á krossi” (Fil 2,6-8). Jesus setti seg sjálvan lágt, fyri at seta okkum høgt og geva okkum ævigt lív!


Í eina løtu uppi á fjallinum sleppa hesir tríggir lærusveinarnir at vera vitni til dýrdina hjá honum, sum skuldi útstanda so nógv og líða deyðan á krossinum. Teir fáa eina staðfesting av ófatiligu dýrdini hjá konganna kongi, sum kortini skuldi bera eina tornakrúnu og líða so nógv fyri at frelsa menniskju. Teir sleppa at síggja hann í hansara dýrd – hesi dýrd, sum tey frelstu eisini skulu njóta í allar ævir har heima í himli. Ella sum vit lesa í Opinberingini: “Og staðinum tørvar heldur ikki sól ella mána til at lýsa hjá sær; tí at dýrd Guðs skínur á hann, og lambið er lampa hansara. Og fólkasløgini skulu ganga í ljósi hansara” (Opb 21,23-24). Í eina løtu uppi á fjallinum eru lærusveinarnir vitni til dýrdina, sum tey frelstu skulu njóta í ævinleikanum, tá ið tey skulu “ganga í ljósi hansara.”


Á evsta degi skulu øll menniskju verða vitni til hetta undurfulla ljósið. Henda dagin finst eingin ateistur longur, tí at tá skulu øll menniskju síggja Jesus soleiðis, sum hann veruliga er í allari hansara dýrd. Ella sum vit lesa í Opinberingini: “Sí, hann kemur í skýggjunum, og hvørt eyga skal síggja hann, og eisini teir, sum stungu hann, og allar ættargreinir á jørðini skulu gráta so sáran uppi yvir honum. Ja, Amen” (Opb 1,7).


Í ljósinum frá hesum stóra og avgerandi degi ljóðar spurningurin nú til tín og mín: Samsvarar tann áskoðanin, sum vit nú hava av Jesusi, við tað dýrd, sum vit á evsta degi skulu skoða hann í? Síggja vit hann einans sum ein neyðarsligan, tornakrýndan og deyðan mann? Ella síggja vit hann sum tað, ið hann veruliga er: konganna kongur og harranna harri - hetta, sum vit eisini játta í Nikensku trúarjáttanini: Jesus er Gud av Gudi, ljós av ljósi, sannur Gud av sonnum Gudi.


Tað var ein staðfesting av júst hesum sannleika, sum lærusveinarnir fingu henda dagin, tá ið Jesus umbroyttist á fjallinum: “Andlit hansara skein sum sólin, og klæði hansara vóru hvít sum ljósið” (Matt 17,2). Ja, tann líðandi Jesus er sanniliga eisini drottur alla drotta! Ella sum vit syngja:


 


Dýrasti Jesus,


drottur alla drotta,


sonur av Guði og Mariu moy,


teg vil eg elska,


teg vil eg æra,


tú lív mítt ert, mín dýri eyð'.


 


Vit kunnu einans tilbiðja Jesus og syngja um hann á henda hátt, tá ið vit við trúarinnar eygum síggja hann soleiðis, sum hann veruliga er: Dýrasti Jesus / drottur alla drotta! Og um vit við trúarinnar eygum síggja Jesus soleiðis, ja, tá verður Jesu afturkoma ikki ein ræðuligur dómadagur og ein myrkursins dagur fyri okkum. Nei, tá verður dagurin tvørturímóti ein sannur frelsudagur: Dagurin, tá ið vit ganga inn í hina ævigu dýrdina – dýrdina, sum Jesus hevur vunnið okkum við sínum blóði, tá ið hann setti seg sjálvan lágt og leið deyðan á krossinum í okkara stað.


Tí kann Jesus eisini í dag nema við teg og meg, taka í okkara hond og siga: Óttast ikki! Lærusveinarnir óttaðust sjálvandi, tá ið teir vóru vitni til hesa stóru hending uppi á fjallinum. Teir fullu “fram eftir rommum og vórðu ógvuliga ræddir” (Matt 17,6). Og hvat annað kunnu syndafull menniskju gera í slíkum ljósi, har ið okkara egna myrkur verður so opinlýst?


Uttan Frelsaran hava øll menniskju góða grund til at verða ógvuliga rædd fyri at møta hinum livandi Gudi. Tí, sum tað stendur í Hebrearabrævinum: “Guð okkara er oyðandi eldur” (Hebr 12,29). Hann er ein oyðandi eldur yvir fyri øllum órættvísi og allari synd! Tá syndarar eru vitni til Guds dýrd, er ræðsla sostatt náttúrlig.


Sjálvur Jesus upplivdi eisini ræðslu í Getsemane, har ið Pætur, Jákup og Jóhannes eisini vóru við Jesusi: “Ótti og angist kom á hann. Og hann sigur við teir: “Sál mín er sorgarbundin heilt til deyða. Verið her og vakið!” Og hann gekk eitt sindur longur fram og fell til jarðar og bað, at tann tímin mátti fara um hann, um tað var gjørligt. Og hann segði: “Abba, faðir! Alt er gjørligt hjá tær. Tak hesa skál frá mær; tó ikki sum eg vil, men sum tú vilt”” (Mark 14,34-36).


Hví var Jesus so ræðslusligin? Hví var hann í deyðaangist? Hví sveittaði hann blóð í Getsemane? (Luk 22,44). Jú, hann visti, hvat hann skuldi uppliva á krossinum! Hann visti, at hann skuldi sjálvur ígjøgnum Guds oyðandi eld fyri at frelsa menniskju. Í lýdni og kærleika bað hann tí: “Tó ikki sum eg vil, men sum tú vilt.”


Jesus er tann, sum Gud sjálvur sigur hann vera: “Hesin er sonur mín, hin elskaði, sum eg havi góðan tokka til” (Matt 17,5). Hesin sonurin, sum Gud hevur góðan tokka til, upplivdi sjálvur Guds oyðandi eld á krossinum fyri at frelsa menniskju frá hesum sama oyðandi eldi. Og í ljósinum frá Jesu fullgjørda verki á Golgata ljóðar nú ein gleðiboðskapur til syndarar: Um tú hevur Sonin, so hevur tú eisini alt við honum!


Eftir at hava sæð Jesus í samtalu við Móses og Elia, sóu teir at enda “...ongan uttan Jesus einsamallan” (Matt 17,8). Soleiðis er tað eisini við frelsuni. Eingin uttan Jesus einsamallur kann frelsa okkum! Ella sum vit syngja:


 


Tú ert tann einasti,


heilagsti, reinasti,


gev mær títt reina og heilaga sinn!


Hjálp tú úr vanda mær,


bjarga frá grandi mær!


Før meg at enda til dýrd tína inn!


 


Jesus er tann einasti, sum kann føra okkum inn í dýrdina!


Við trúnni á hann er alt hansara nú vorðið okkara! Og alt okkara er vorðið hansara! Hann fær alla okkara synd, og vit fáa alla hansara dýrd! Og tey somu orðini, sum Gud sigur um sonin, sigur hann nú um teg og meg: Hetta er sonur mín, hin elskaði, sum eg havi góðan tokka til! Hetta er dóttir mín, hin elskaða, sum eg havi góðan tokka til!


Við Jesusi gevur Gud okkum tað, sum hann, í sínum ríka kærleika, ætlaði okkum til: at hava barnakor hjá sær sjálvum! Tí talar hann nú um okkum, sum hann talar um sonin: Hetta er sonur mín! Hetta er dóttir mín!


Hesin gleðiboðskapurin rekur allan ótta burtur og gevur okkum í staðin gleði í Harranum og eina livandi vón bæði í hesum lívi og í tí komandi, tá ið vit skulu njóta Guds dýrd í allar ævir og ganga í ljósi hansara!


Hesi orð, sum standa undir altartalvuni (í Rituvík), og sum ein ørkymlaður Pætur segði á sinni, verða tá til ævigan veruleika fyri okkum: “Harri, tað er gott, at vit eru her!” (Matt 17,4).