zeno
Home
Explore
Religious
Music
News
Podcasts
Bible
By Genre
By Location
By Language
Download App
Log in
Sign up
Toggle Sidebar
zeno
Jonhard Jógvansson
Jonhard’s Podcast
Christianity
Faroese
Vælkomin til mítt poddvarp við ymiskum kristiligum tilfari
Website
Episodes
100
09 November 2025
Sonur tín livir!
Líkasum tað bar frelsu og ævigt lív við sær fyri kongsmannin at venda sær til Jesus og trúgva á hansara orð, soleiðis ber tað á sama hátt eisini frelsu og ævigt lív við sær fyri teg at venda tær til Jesus og trúgva á hann, sum doyði á krossinum fyri tínar syndir, sum reis upp frá deyðum og sum livir í dag. Prædikutekstur: Jóh 4,46-53.
19 min
01 November 2025
Jesu frelsandi hond
Eins og Pætur ápostul, eru tað mong menniskju, sum í neyðini hava rópt: “Harri, bjarga mær!” Og líkasum hjá Pæturi, síggja vit, at Harrin er nærverandi í neyðini og rættir okkum sína frelsandi hond.Allahalganna dagur - minningardagur teirra sjólátnu.Lestur: Opb 21,1-4. Evangelium: Matt 14,22-34. Sálmur fyri prædiku: 584 (Eg sigla man yvir lívsins hav).
18 min
12 October 2025
Kristin vøkstur
Tað verður sagt, at náðikeldan rennur omaneftir eins og ein og hvør onnur kelda. Sannur kristin vøkstur er niðureftir, niður í eyðmýkt og lítillæti, tí at “Guð stendur dramblátum ímót, men eyðmjúkum veitir hann náði” (1 Pæt 5,5). Evangelium: Luk 14,1-11.
14 min
05 October 2025
Her møtast allir vegir
Líkasum Jesus segði við hin deyða: “Ungi maður, eg sigi tær, reis teg upp!” soleiðis hevur hann eisini máttin til at siga tað sama við okkum og yvir okkara grøv! Lestur: 1 Kong 17,8-10a og 17-24. Evangelium: Luk 7,11-17. Sálmur fyri prædiku: 448 (Her møtast allir vegir)
16 min
23 September 2025
Um tey sleppa at liva
Jesu verk á Golgata og burturbeiningin av heimsins synd hevði ongantíð verðið til veruleika, um Jesus varð burturbeindur sum fostur. Seinni royndi Heródes at beina fyri Jesusbarninum, men Gud havi lov fyri, at tað ikki eydnaðist! Gleðiboðskapurin um hitt fullgjørda verkið á krossinum og øll heimsins lagna hekk jú óloysiliga tætt saman við hetta eina barnið. Tí er tað einans rætt av okkum at taka...
21 min
14 September 2025
Hin miskunnsami Sámáriubúgvin
13. sunnudagur eftir tríeindardag í Eiðis kirkju. Prædikutekstur: Luk 10,23-37
20 min
07 September 2025
Ljóðið av himni
Hóast øldir koma og fara, hóast ætt eftir ætt søkkur undir mold, so eru vit við trúnni kortini øll, bæði livandi og deyð, saman um hina somu livandi vónina í Jesusi, sum sjálvur er ljóðið av himni, sum gleðir sálir her á fold.
19 min
31 August 2025
Tollarans bøn
Um ein í gomlum døgum vildi síggja stjørnurnar klárt, so fór ein ikki upp á ein høgan fjallatind, men heldur niður í eina holu. Har var myrkari, og á tann hátt kundi ein síggja stjørnurnar enn klárari. Soleiðis er tað eisini við andaliga lívinum. Vit stíga upp við at stíga niður. Vit verða sett høgt - ja, heilt inn í himmalin - tá ið vit seta okkum lágt og biðja tollarans bøn: “Guð náði meg...
26 min
20 July 2025
Legg út á dýpið!
Sum kristin eru vit kallað til at vera mannafiskarar, og vit hava fingið gleðiboðskapin sum gørn. Latið okkum tí, eins og Pætur, við frímóði kasta gørnini út, har ið vit eru kallað til at fiska! (Prædikutekstur: Luk 5,1-11).
15 min
29 June 2025
Hin stóri veitsludagurin
Gud elskar okkum so nógv, at hann ikki vil vera okkum fyri uttan á hinum stóra veitsludegnum! Tí sigur hann eisini við teg og meg í dag: “Komið, tí at nú er alt tilgjørt!” Lestur: Jes 25,6-9. Evangelium: Luk 14,16-24. Sálmur fyri prædiku: 461 (Til andans stóru náðifest).
15 min