
Fólkini í Frímælt hava øll hugt eftir nýggju sjónvarpsrøðini Hoydalar - og tey eru øll á einum máli um, at talan er um framúr gott sjónvarp. Men hvør er teirra yndisspíri ella karaktur? Tað tosa tey millum annað um í hesum partinum.
Vit eru eisini við til tvær serligar veitslur Aðra hevur Anna Sofía Holm Skoradal verið til, tað var til Robert-virðislønahandanina og afterpartyið, sum har til hoyrdi. Og so var Rólant til Årets ret, sum donsku matummælararnir skipaðu fyri.
Burtur úr tí spurdist ein samrøða - og í Annu Sofíusa føri ein serlig søga.
Av øðrum evnum verður eisini tosað um Andrias Edmundsson, norska kongshúsið og Kanye West.
Gestir eru Sissal Kampmann, rithøvundur og miðlafólk, Anna Sofía Holm Skoradal, tónleikari, og Eyðfinn Bogason Lamhauge, tónleikari.
See omnystudio.com/listener for privacy information.