123. John Johannesen og ein møgulig moska í Føroyum
29 January 2026

123. John Johannesen og ein møgulig moska í Føroyum

Frímælt

About

Frímælt hesa ferð vendir nýggju avdúkingunum um, at fleiri menn siga seg hava verið fyri kynsligum ágangi frá John Johannesen, verti í Degi og viku. Vit tosa eisini um, at muslimar í Føroyum ynskja sær ein depil ella eitt savningarstað - ikki eina mosku.

Nakrar feskar søgur koma eisini fram, meðan poddvarpið verður tikið upp. Eitt nú, at Sissal aftur skal royna í danska Melodi Grand Prixnum og at ÓIi Mittún er í uppskoti at verða heimsins besti ungi hondbóltsspælari sambært altjóða hondbóltssamgonguni IHF, umframt at vit eisini venda fagnaðarkonsertini fyri Peturi Pólson, sum var farna vikuskiftið.

Hetta, kryddað við onkrum røvarasøgum og leysum endum, er dagsins partur av Frímælt.

Gestir eru Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, lesandi, Barbara Holm, ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet, Sólfinn Danielsen, eigari av Rødder & vin, og Jan Lamhauge, journalistur í Frihedsbrevet.

Vertur er Rólant Waag Dam.

See omnystudio.com/listener for privacy information.