zeno
Create a Station
Explore
Religious
Music
News
Podcasts
Bible
By Genre
By Location
By Language
Download App
Toggle Sidebar
zeno
Kringvarp Føroya
Breddin
News
Faroese
Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Website
Episodes
50
27 February 2026
Breddin: Politisku ungmannafeløgini og valini
Løgtingsval verður 26. mars og fólkatingsval 24 mars, og valstríðið er byrjað. Forfólkini í flokkunum vóru í sjónvarpsstovuni mikudagin, tá løgtingsvalið var útskrivað. Men í dag snýr tað seg ikki um tey, men um tey ungu. Bústaðir. Exit Føroyar. Lestrarumstøður. Lestrarmøguleikar í Føroyum ella lesa uttanlands. Í sendingini í dag sleppa tey ungu til orðanna. Umboð fyri politisku ungmannafeløgini...
1 h 0 min
26 February 2026
Breddin: Fakfeløgini, politisku flokkarnir og løgtingsvalið
Trýstið frá fakfeløgunum hevur fingið stóran part av heiðrinum fyri, at løgmaður skrivaði út val í gjár. Serliga Javnaðarflokkurin, men eisini Tjóðveldi, kundu ikki liva við at samtykkja uppskotið um at hækka pensjónsaldurin. Nógv hava nevnt tað serliga sambandið millum teir báðar politisku flokkarnar og fakfeløgini. Helgi Eidesgaard, søgufrøðingur, sum hevur skrivað søguna um Føroya...
54 min
24 February 2026
Breddin: Pensjónsaldur, Suðuroyartunnil og bústaðarmarknaðurin
Lagnudagur var í løgtinginum í gjár. Fyrst var onnur viðgerð av málinum um at hækka pensjónsaldurin, og síðani var onnur viðgerð um fyrireiking, projektering og útboð av Suðuroyartunnlinum við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum. Bæði málini vóru samtykt, og skulu til triðju viðgerð í morgin, mikudagin. Vit fáa vitjan av tveimum politiskum viðmerkjarum í Breddanum í dag. Vit fara at hyggja...
53 min
20 February 2026
Breddin: Muslimskur depil í Føroyum - hvar gongur markið at savnast?
"Skulu vit hava ein muslimskan depil í Føroyum?". Hesin spurningur hevur veruliga sett eld á orðaskiftið í Føroyum seinastu vikurnar, eftir at tað kom fram, at ein felagsskapur við fimm fólkum, fýra útlendingum og einum føroyingi, ætlaðu at stovna eitt sonevnt muslimskt bønarhús. Tað, sum byrjaði sum ein skrásettur felagsskapur, hevur ment seg til eitt víðfevnt kjak um trúarfrælsi, trygd,...
49 min
19 February 2026
Trygdarstøðan í Norðuratlantshavi: Hvussu útsettar eru Føroyar?
Tá vit tosa um trygd og hóttanir uttanífrá, hugsa mong kanska um hermenn, skip og flogfør. Men í dag liggur ein stórur partur av hóttanunum móti okkum fjaldur á netinum. Netálop, njósning og følsk kunning eru vorðin vanlig amboð hjá bæði statum og kriminellum bólkum. Tað snýr seg um at órógva samfeløg, raka kritiska undirstøðukervið, okkara fyritøkur, og skapa iva og ótryggleika í tí, sum verður...
36 min
19 February 2026
Breddin: Evropa má taka størri ábyrgd
Árliga trygdarráðstevnan í München er júst liðug - og boðskapurin var greiður: Evropa og USA skulu standa saman, men samstundis má Evropa taka nógv størri ábyrgd fyri egnari trygd. Samstundis var sagt beinleiðis, at gamla heimsskipanin, sum vit kenna hana, er burtur. So hvar standa vit nú í dag? Eru vit á veg inn í eina nýggja og meira ótrygga tíð, har ongin veruligur leiðari er? Og hvør tekur...
56 min
13 February 2026
Breddin: Evropa vil gera seg leyst av amerikanskari tøkni
Vit eru í stóran mun bundin at amerikanskari tøkni. Vit brúka hana privat, tá vit ferðast á sosialum miðlum, og lítil ivi man vera um, at hetta er vorðið størsti pallur hjá almenna kjakinum. Tí verður eisini javnan sett spurnartekn við tøknirisarnar, sum ráða har, tí vangar verða javnan strikaðir fyri politiskar meiningar - ella minni enn tað. Vit nýta eisini hesa tøknina til arbeiðis, tá vit...
30 min
12 February 2026
Breddin: Útlendingar í Føroyum
Nógv kjak hevur verið um tilflytarar seinastu tíðina. Tað kyknaði av álvara, tá tað frættist, at ætlanir vóru um at skipa ein muslimskan depil í Føroyum. Men eisini snarskipanin, sum hevur gjørt tað smidligari at koma inn á føroyska arbeiðsmarknaðin, hevur verið á breddanum, og fleiri finnast verandi lóggávu - útlendingalógini - sum er frá 2001. Summi halda, at lógin skal herðast, onnur halda, at...
52 min
10 February 2026
Breddin: Suðuroyartunnilin og Epstein-skjøl
Fíggjarnevndin viðger í løtuni lógaruppskotið hjá løgmanni um Suðuroyartunnilin, sum kemur úr nevndini í næstu viku.Biðið var um ein mánað aftrat at viðgera málið, og nevndin hevur sett løgmansskrivstovuni 59 spurningar.Eitt nú vil fíggjarnevndin vita, hvussu tað bar til, at ráðgevin hjá PF Suðuroyartunlinum, SINTEF, kundi staðfesta, at tað jarðfrøðiliga var ein fyrimunur at fara av Skarvanesi,...
48 min
06 February 2026
Breddin: Skal ES flyta seg tættari saman?
Flestu evropearar vilja hava, at ES skal flyta seg enn tættari saman, vísir nýggj spurnakanning. Og tað, tey helst vilja hava Evropa at standa saman um, er verja ímóti øðrum londum. Fer Evropa at flyta seg ímóti at vera meira sum eitt ríki? Og hava evropearar annað til felags enn at ræðast fíggindar uttaneftir? Vit tosa við Berg Djurhuus Hansen, P.hd og lektara, og Hans Andrias Sølvará,...
30 min